Foreldrasamstarv

Vit ynskja at tit foreldur skulu uppliva Býlingshúsið millum Gilja sum eitt trygt, læruríkt og mennandi stað fyri tykkara barn – eitt stað, har tit vera møtt av starvsfólkum og leiðslu í einum umhvørvi ið er merkt av virðing, opinleika, áliti og góðum samskifti.

Vit leggja stóran dent á at hava eitt gott samskifti við foreldrini í gerandisdegnum, bæði við komu og heintan av barninum, og ynskja at foreldrini koma til okkum starvsfólk um eitthvørt sum snýr seg um barnið.

Tíðliga á heysti hava vit felags foreldrafund og um várið vera einstaklingaviðtalur. Harumframt hava vit ymisk átøk sosum jólahald, garðdag, foreldrakaffi og annan hugna gjøgnum árið.