Kostpolitikkur

Vit ynskja, saman við tykkum foreldrum, at børnini fáa góðar kostvanar soleiðis, at tey eru væluppløgd og hava eina góða orku allan dagin til spæl og menning.

Til matpakkan fáa børnini bjóða mjólk og vatn at drekka.

Okkara matsiðir

Vit læra børnini góðan borðsið og at tað hugnaligt at eta saman. Vit minna børnini á at vaska hendur, áðrenn farið verður til borðs. Vit skapa góðar karmar rundan um máltíðirnar. Børnini hjálpa til við at dekka borð og vit byrja við at syngja. 

Eitt starvsfólk situr við hvørt borðið. Børnini velja sjálvi, hvat tey eta fyrst úr matpakkanum. Og børnini rudda upp eftir sær, tá ið tey eru liðug at eta.

Vit tosa við børnini við borðið, tí tað er týdningarmikið at tosa saman um alt møguligt. 
 

Fruktskipanin

Foreldrini í Býlingshúsinum millum Gilja hava eina frugtskipan. Í ár, 2018/2019 er tað Christianna Joensen ið umsitur skipanina.

Foreldragjaldi er fyri vøggustovu børn er 250 kr. árliga

Foreldragjaldi fyri barnagarðsbørn er 425 kr. árliga

Stovnurin fær fríska frukt hvønn mánadag og fruktin skiftir eftir árstíðini 

Breyðborð

Frá oktober til seinast í mars hava vit breyðborð. Tá taka øll børnini okkurt viðskerða við, ið verður sett á borðið. Á hendan hátt fáa børnini høvi at smakka ymiskt og læra aðrar vanar.