Látrið

Látrið er ein smábarnagarðsstova har 16 børn hava sína dagligu gongd, tey spæla, mennast og trívast. 

Í smábarnastovuni er tað stuttligt og mennandi, bæði fyri børn og starvsfólk. Spontanitetur, trivnaður, foreldrasamstarv og stuttleiki mynda gerandisdagin.

Aktiva og sunna barnið

Útivika

Vit miða eftir at vera úti hvønn dag, har børnini m.a. reiggja, spæla við vatn, sand, súkkla, skreiða, klintra og kanna umhvørvið.

Heilsa og rørsla. Aktiva og sunna barnið

Vit miða eftir at vera úti hvønn dag, har børnini m.a. reiggja, spæla við vatn, sand, súkkla, skreiða, klintra og kanna umhvørvið.

Aldurssvarandi avbjóðingar

Her hugsa vit um, at tær avbjóðingar, sum vit fara undir, skulu vera aldurssvarandi. Tað vil siga, at vit gera okkum greitt, hvør fær gagn av tí, sum vit gera. Vit arbeiða nógv tvørtur um stovurnar og eru ikki so bundin av, hvør gongur á hvørjari stovu.

Tema vika

Veist tú hví tað hevur týdning, at børn tekna og mála?

Á hendan hátt kunnu børnini vísa teirra hugsanir og kenslur. At uppliva list og mentan gevur børninum íblástur og mennir teirra hugflog og førleika fyri at skapa nakað nýtt.

Mars

Í spæli mennir barnið hugflog og hugsan. Børn spæla fyri at spæla, ikki fyri at læra nakað ávíst.
Men í spælinum læra tey at skapa søgur saman og at handfara ymiskleikar og ósemjur. 

 

Tema vika Føstulávint

Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð. Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi.

Føstulávintsmánadagur

Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð. Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi.

Skapandi og úttrykksfulla barnið

Eru at:
• Barnið verður stuðlað og fær møguleika at menna síni skapandi evni.
• Barnið lærir at mála, tekna, perla, klippa, líma, byggja klossar, lego o.a.
• Barnið lærir at finna uppá.
• Barnið verður stuðlað í at gera sínar egnu leikpallir.
• Barnið brúkar sítt hugflog.

Túrar í grannalagnum

Aktiva og sunna barnið

Er at:
• Kenna kroppin. • Røra seg. • Hvíla seg. • Fáa fríska luft. • Góður kostur. • Nýta sansirnar.
• Reinføri.

Túrar í grannalagnum

Aktiva og sunna barnið

Er at:
• Kenna kroppin. • Røra seg. • Hvíla seg. • Fáa fríska luft. • Góður kostur. • Nýta sansirnar.
• Reinføri.

Jólini nærkast í hvørjum :)

Jólini nærkast í hvørjum, allarbest mær hugnar í Føroyum, nú er stund at gleða seg, jólini nærkast í hvørjum.

Kreativa barnið

 Barnið er føtt við evnunum at skapa. Og við mennandi og avbjóðandi kørmum kann barnið varðveita tey viðføddu skapandi evnini. Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kunnu geva íblástur til kreativitet. Vit hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu, har tilfar er til taks hjá øllum stovunum. Hvønn dag er eitt pedaogiskt tilboð til børnini á ítrivsstovuni og pláss er bæði inni og úti fyri kreativum spæli.

Divirsety week

 

Heystið, tað er júst nú komið

 og tí hugsi eg barasta um várið. Eg síggi grønkast líð og dal viðhvørt eitt vátaslettingsæl. Men tað er long tíð enn várið kemur til sjóndar............

Drotningavitjan

 

Barnagøtan við Arndes Minde - Kirkjuveg og Bringsnagøta -  lat upp í samband við drotningavitjaninia í dag.

Gøtan var pynta og har var góður tónleikur. Tórshavnar Kommuna bjóðaði sunkist og fløgg til øll børnin

Aktiva og sunna barnið

Eina ferð um vikuna er møguleiki fyri at fara í høllina fyri at menna kropsligu førleikarnar.

So hilla vit og skreiða