Inngangur

Endamálið hjá stovninum er at skapa trivnað, bæði fyri børn, foreldur og starvsfólk. At geva barninum møguleika at menna seg, bæði sálarliga og kropsliga.

Vit hava síðan apríl 2004 havt trý stevnumið, sum vit miðvíst og áhaldandi hava arbeitt við, sum ein part av tí dagliga arbeiðinum og sum ein part av samstarvinum innanhýsis í starvsfólkabólkinum. Hesi trý stevnumið eru:

• Aldurssvarandi avbjóðingar
Her hugsa vit um, at tær avbjóðingar, sum vit fara undir, skulu vera aldurssvarandi. Tað vil siga, at vit gera okkum greitt, hvør fær gagn av tí, sum vit gera. Vit arbeiða nógv tvørtur um stovurnar og eru ikki so bundin av, hvør gongur á hvørjari stovu.

• Skapandi útilív
Vit leggja dent á skapandi útilív. Vit seta okkum spurningar so sum „Hví fara vit túr?“„Hvat fáa vit burturúr?“ „Er nakað, sum vit kunnu arbeiða víðari við, tá ið vit koma aftur millum Gilja?“
Og við at tvinna aldurssvarandi avbjóðingar og skapandi útilív saman, kunnu vit fáa eina góða uppliving. Náttúran hevur nógv at bjóða okkum, og vit kunnu brúka og stimbra nógvar sansir úti.

• Føroysk mentan
Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í gerandisdegnum. T.d. sangir, sangspøl, sjónleikir og ævintýr.
Vit hava gjørt av at gera virkisætlanir fyri størri og minni virksemi á stovninum. Á helda hátt kunnu starvsfólkini millum annað seta orð á og fá á skrift, hvat virksemi fer fram, og hvat pedagogiska endamálið er við tí.

Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 38. frá 9. mai 2006, er ein kunngerð frá 4. mai 2006 um virksemi o.a. á dagstovnum og í dagrøktum. Í kapitli 3, grein 3 stendur: “Dagstovnurin eigur at seta orð á, hvørji námsfrøðilig mál eiga at vera nádd fyri hvønn aldursbólk av børnum, og hvussu hetta skal setast í verk.”

Tórshavnar kommuna hevur síðani gjørt nøkur uppskot og ein frymil, sum stovnarnir kunnu nýta. Vit hava valt at brúka hendan frymil. Og at hava eina námsfrøðiliga ætlan fyri aldursbólkarnar 0-3 ár 3-6 ár og 6-7 ár.

Fyri hvørt øki sær verður ásett, hvørji mál eru fyri námsfrøðiliga arbeiðið, hvussu ætlanin er at arbeiða fyri at røkka hesi mál og at enda, hvussu hetta skal síggjast aftur.

Vit nýta framvegis tey trý stevnumiðini hjá okkum í dagliga arbeiðinum, og hava valt at víðka tey við 7 menningarstigum.

Børnini eru í miðdeplinum og námsætlanin er eitt amboð at røkka málinum, sum er, at børnini fáa ein so góðan og stuttligan gerandisdag og uppvøkstur, sum til ber.

Fyri okkum starvsfólk hevur tað størsta týdning, at vit eru tilvitað um okkara leiklut, tá ið vit eru saman við børnunum. Vit persónliga skapa eitt gott og vinarligt umhvørvi at læra og spæli í. Vit hava ábyrgdina av at hava eitt gott samband við øll børnini.

Tær komandi síðurnar eru eitt úrslit av okkara útgreining av, hvussu vit vilja styrkja børnini á teim 7 menningarøkjunum. 

Persónligir førleikar

Barni sum serstakt menniskja
Eru at:
• Barnið kennir seg væl, og gerst tilvitað um seg sjálvt og onnur.
• Barnið er saman við øðrum, tí í sambandi við onnur læra vit okkum sjálvi at kenna.
• Stuðlað barninum í at gerast sjálvstøðugt.


Grundarlagið undir allari framhaldandi menning av persónsmenskuni er, at barnið kennir seg virt, góðtikið og viðurkent. So barnið fær eina fatan av at verða væl eydna, og tí kann vera við í øllum viðurskiftum á jøvnum føti við onnur. Tá barnið hevur góðar persónligar førleikar, gerst barnið tilvitað um at seta mørk fyri seg sjálvt, og barnið lærir at kunna siga til og frá.

0 – 3 ár
Vit leggja dent á at taka væl ímóti barninum, og fáa eitt gott tilknýti til barnið, tá tað byrjar í vøggustovu. Vit eygleiða og síggja tað einstaka barnið og viðurkenna tað soleiðis, sum tað er.

Vit rósa barninum, tá tað roynir sjálvt, hava fokus á tað jaliga. Vit skapa og síggja møguleikar heldur enn forðingar, geva barninum upplivingar, og so vítt møguligt ganga áhugamálum hjá tí einstaka barninum á møti.

Vit eggja barninum at gera tað, sum tað sjálvt megnar, og stuðla barninum í tí, sum tað ikki megnar sjálvt. Um tey eru t.d. kedd, ill ella glað, so seta vit orð á kenslurnar.

3 – 6 ár
Vit vilja síggja, skilja og hoyra tað einstaka barnið. Vit viðurkenna tað og stuðla tí í at viðurkenna seg sjálvt. Vit stuðla barninum í at tora, og at trúgva upp á seg sjálvt.

Stuðla børnunum til sjálvi at taka støðu, so tey kunnu gerast sjálvstøðug. Vit vísa á at vit øll eru ymisk, men hava sama virði. Vit orða tey stig barnið tekur og seta orð á bæði okkara egnu og teirra handligar, bæði jaligar og neiligar. Vit stuðla børnunum í at gerast sjálvstøðug t.d. við at tey dekka borð, skeinkja sær mjólk í koppin, taka tallerkin av borðinum, lata seg í klæðir o.s.v.. Vit eygleiða um barnið sær út til at trívast, um barnið torir at taka stig til t.d. spæl, samveru og samskifti.

6 – 7 ár
Tað síðsta árið í barnagarðinum er barnið í skúlabólki tveir dagar um vikuna. Her hava vit aldurssvarandi avbjóðingar, sum stuðla barninum í t.d. fínrørslum, at skapa arbeiðsfrið og at hava hóskandi bindindi eina løtu. Vit møta barni- num, við viðurkenning. Fyri at finna út av, um barnið er skúlabúgvið, gera vit eina SPU-kanning (skole-paratheds- undersøgelse). Àrið hjá skúlabólkinum endar við eini legu.

Hvussu síggja vit, at tað eydnast?
• barnið dugur og torir at sína kenslur. • barnið trívist.
• barnið hvílir í sær sjálvum.
• barnið gerst sjálvbjargið.
• barnið hevur áræði at royna nakað nýtt.
• barnið er væl fyri tá tað skal í skúla.
• barnið kennir seg virt og hevur gott sjálvsálit/virði.
• barnið hevur hugflog.

Sosialir Førleikar

Barnið sum partur av felagsskapinum
Eru at:
• Skapa vinabond.
• Spæla
• Læra spælireglur.
• Síggja tørvin hjá øðrum og sær sjálvum. • Skilja felags boð.
• Vera ein partur av bólkinum.

Børn menna fatanina av sær sjálvum við at virka saman við øðrum. Tískil hevur umhvørvið, sum barnið ferðast í, stóran týdning. Tí er neyðugt, at vit geva børnunum møguleika at møta børnum í ymiskum aldri og kyni, eins og tey fáa avbjóðingar millum javnaldrar. Sum arbeiðsamboð brúka vit Stig fyr Stig í barnagarðinum og START í vøggustovuni.

0 – 3 ár
Vit skipa fyri ymiskum felagsskapum, m.a. samling, sangløtu, spæli og ganga felags túrar. Børnini læra at bíða eftir tørni og at býta lutir sínamillum. So vít gjørligt loyva vit børnunum, tað tey gera, og ganga teirra áhugamálum á møti. Samstundis, sum vit vaksnu eisini hava ymisk tilboð til børnini, nakað tey ikki hava roynt áður, og nakað tey kenna.

Vit geva børnunum frið og loyvi at eygleiða. Stuðla teimum og hjálpa teimum í spæli, og vísa teimum á møguleikar við lutum og hvussu ein kann gera. Vit hjálpa og stuðla teimum í at skapa relatiónir, at hava tað stuttligt saman og flenna.

Vit vaksnu stuðla og hjálpa børnunum í tvístøðum, hjálpa teimum at seta orð á sínar frustratiónir. Vit hava fleiri eins lutir m.a. tí børn í hesum aldursbólki spæla javnfjart. Starvsfólkið hjálpir barninum við at kenna seg virt, sætt og hoyrt. Vit nýta nógva tíð at eygleiða børnini, tí tey hava ikki so stóran málførleika, og kunnu vit soleiðis betur stuðla teimum í teirra sambandi við onnur.

3 – 6 ár
Vit læra børnini at skilja atburð og kenslur hjá øðrum, so tey m.a. í spæli læra at samskifta og síggja tørvin hjá øðrum og sær sjálvum. Vit hjálpa teimum at loysa ósemjur, sum tey ikki megna sjálvi. Børnini læra um hvønn týdning tað hevur, at tey skulu virða onnur, tosa pent og hjálpa hvørjum øðrum. Vit stuðla teimum í at spæla við onnur børn, og læra tey at taka fyrilit fyri hvørjum øðrum. Um trupult er hjá onkrum barni at knýta vinabond, stuðlar starvsfólkið barninum við hesum. Í samling lærir barnið at leggja ymiskt fram, ímeðan hini lurta, og mótsætt lærir barnið at lurta eftir hinum. Vit stuðla teimum í at bíða eftir tørni, og at vera í miðdepli ein og ein. Í gongdini hjá barninum í at gerast sjálvstøðug, leggja vit dent á, at børnini hjálpa hvørjum øðrum og eru góð við hvønn annan. T.d. siga vit við tey elstu børnini, at tey eru fyrimyndir hjá teimum yngru.

Av felags tiltøkum, sum vit hava kunnu nevnast sangløtan hvønn fríggjamorgun, samling, ganga felags túrar, fara í høllina v.m. 

6 – 7 ár
Í skúlabólkinum eygleiða vit, hvussu fatanin hjá barninum er av sær sjálvum og hvussu barnið samanber seg sjálvt við hini børnini. Vit tosað m.a. um veikleikar og styrkir hjá hvørjum øðrum, um at tora og ikki at tora, um at blíva illa við og um at duga ymiskt verri enn onkur annar. Vit gera m.a. ymiskar uppgávur, hava felags kappingar, lesa eina framhaldssøgu, og vit vitja ymisk støð í samfelagnum, sum børnini vísa áhuga fyri.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?
• barnið megnar betur at loysa tvístøður.
• barnið megnar betur at spæla saman við øðrum. • barnið megnar betur at bíða eftir túri.
• barnið megnar betur at lurta eftir øðrum.
• barnið megnar betur at góðtaka ymiskleika.
• barnið megnar betur at býta sínamillum.
• barnið megnar betur at knýta vinabond.
• barnið trívist og hevur tað stuttligt.
• barnið megnar betur at vera í miðdepli. 

Skapandi evni

Skapandi og úttrykksfulla barnið
Eru at:
• Barnið verður stuðlað og fær møguleika at menna síni skapandi evni.
• Barnið lærir at mála, tekna, perla, klippa, líma, byggja klossar, lego o.a.
• Barnið lærir at finna uppá.
• Barnið verður stuðlað í at gera sínar egnu leikpallir.
• Barnið brúkar sítt hugflog.

Barnið er føtt við evnunum at skapa. Og við mennandi og avbjóðandi kørmum kann barnið varðveita tey viðføddu skapandi evnini. Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kunnu geva íblástur til kreativitet. Vit hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu, har tilfar er til taks hjá øllum stovunum. Hvønn dag er eitt pedaogiskt tilboð til børnini á ítrivsstovuni og pláss er bæði inni og úti fyri kreativum spæli.

0 – 3 ár
Dagliga bjóða starvsfólkini børnunum tilfar, soleiðis at tey hava møguleika at menna skapandi evni síni. Vit vísa børnunum, hvussu amboðini/ leikurnar skulu nýtast. Starvsfólkini gera sær greitt, hvar børnini eru í menningini, t.d. ber ikki til at geva øllum børnum eitt lítið pappír at mála á, tí tað avmarkar tey í teirra rørslum. So vítt gjørligt hava vit børnini í heilt smáum bólkum, fyri at tey skulu fáa ta hjálp og tann stuðul teimum tørvar.

Vit stuðla børnunum í teirra áhugamálum, t.d. um vit síggja at barnið vísir stóran áhuga fyri ymiskum rørslum s.s. dansi, fimleiki ella at klatra, fær barnið møguleika til tað, og at menna seg. Vit royna so vítt gjørligt at røkka allar kreativu sansirnar hjá barninum, ímeðan tað gongur í vøggustovuni. Hetta stuðlar uppundir, tá barnið fer víðari í barnagarðin, t.d. hugsa vit um hvussu barnið dugur at handfara amboð t.d. saks ella blýant. Vit hava skipaðar evnisvikur gjøgnum árið t.d. vatnviku og málingaviku.

Vit hava altíð í huga at skapa møguleikar heldur enn forðingar. Eisini er tað av stórum týdningi at barnið spælir uttan avmarkingar, tí tá nýtir barnið sítt hugflog. 

3 – 6 ár
Á stovninum hava vit góðar umstøður til børnini, sum vísa áhuga fyri at skapa ymiskt. Inni á stovunum hava vit litir, pappír, saksar, perlur og annað, sum børnini altíð kunnu nýta. Vit hava klossar og lego, sum hava alskyns skap, so børnini kunnu nýta sítt hugflog til at byggja ymiskt. Umframt tað, hevur ítrivstovan hópin av tilfari, sum skapar møguleikar fyri, at børnini fáa ment síni skapandi evni, so sum amboð at tøva, ymiska sløg av máling, tógv, gips, ymisk sløg av perlum, ymiskar lutir børnini kunna nýta á ymiskan hátt t.d. at líma niður á pappír, ella at byggja eitthvørt við.

Vit stuðla børnunum í tí tey hava hug til at gera, ganga teirra áhugamálum á møti, men eisini seta vit vaksnu javnan eitthvørt ítriv í gongd, sum vit bjóða børnunum við til í bólkum. Her hugsa vit eisini um árstíðirnar og høgtíðirnar.

Í mai/juni hvørt ár verður skipað fyri útisjónleiki, har børnini eru við til at skapa og evna leikin og lutirnar, sum verða nýttir í leikinum.

Úti fáa børnini eisini møguleika at nýta síni skapandi evni. M.a. byggja tey hús og vegir í sandkassunum, og tey gera runukøkur. Vit hava m.a. kassar, har børnini kunnu seta niður epli og grønmeti. Eisini virða vit spælið hjá børnunum, tí her menna tey eisini sítt hugflog og síni skapandi evni. Barnið kann ferðast millum teir ymisku leikpallirnar.

6 – 7 ár
Skúlabólkurin vitjar ymisk støð og arbeiðspláss, og er hetta við til at menna hugflogið hjá barninum. Arbeitt verður við ymiskum tilfari inni í ítrivsstovuni. Til dømis verður nógv gjørt við at lita, líma og klippa bókstavir og tøl.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?
• barnið trívist.
• barni tekur initiativ.
• barni brúkar ymiskt kreativt tilfar.
• barnið stuttleikar sær.
• barnið fær áræði at royna nakað nýtt.
• barnið hevur gott sjálvsvirði, sjálvsálit 
og góða sjálvskenslu.
• Barnið hevur gott hugflog.

Heilsa og rørsla

Aktiva og sunna barnið

Er at:
• Kenna kroppin.
• Røra seg.

• Hvíla seg.
• Fáa fríska luft.
• Góður kostur.
• Nýta sansirnar.
• Reinføri.

Stovnurin hevur ein stóran og fjølbroyttan garð. Har eru sera góðir møguleikar hjá bæði vøggustovu- og barnagarðs- børnum at mennast kropsliga og fáa aldurssvarandi avbjóðingar. Bæði úti og inni eru góðir karmar hjá børnunum saman at skapa ymisk spøl.

Nærumhvørvið millum Gilja er spennadi. Lætt er at fara góðar túrar, og viðhvørt er eisini møguleiki fyri at fara túrar út um Havnina.

Vit miða eftir at geva børnunum fjølbroyttan og heilsugóðan kost. Vit tosa við børnini um týdningin av sunnum kosti, og stovnurin hevur ein kostpolitikk. Sí kostpolitikk

Vit leggja dent á, at umhvørvið er sunt hjá bæði børnum og vaksnum at vera í, og at reinførið er gott.

Vit miða eftir, at børnini fáa møguleikar og avbjóðingar til at mennast á ein sunnan hátt, bæði kropsliga og rørsluliga.

0 – 3 ár
Hvønn dag syngja vit rørslusangir, dansa, brúka madrassuna inni á stovuni, har børnini hoppa og bólta rút. Børnini ganga í stiga, tá tey skulu upp á skiftiborðið og í vognarnar at sova. Annars geva vit børnunum møguleikar at gera brúk av teimum hentleikum, sum eru inni á stovuni, t.d. taka ein lítlan stól yvir til madrassuna og hoppa av stólunum og niður á madrassuna. Ein dag um vikuna eru vit í fimleikahøllini við Løgmannabreyt har vit hava skipað og óskipað tiltøk.

Vit miða eftir at vera úti hvønn dag, har børnini m.a. reiggja, spæla við vatn, sand, súkkla, skreiða, klintra og kanna umhvørvið. Nærumhvørvið hjá stovninum er náttúran. Vit fara nógvar túrar, m.a. oman til tjørnina at geva dunnunum, yvir til ánna at spæla og vassa, vitja djóragarðin hjá Petur Nolsøe og ganga aðrar túrar. Eisini vitja vit tey mongu spæliplássini, sum eru í grannalagnum. Fyri at minka um smittuvandan, læra vit børnini at vaska hendur áðrenn etið verður og aftan á tey hava verið á vesi.

Umframt hetta hava vit eina árliga evnisviku, har vit serliga leggja dent á kropp og sansir hjá børnunum. Í juni mánað hava vit ein árligan ítróttadag á vøllinum í Gundadali. Dagurin verður skipaður við ymiskum spølum og kappingum.

3 – 6 ár
Vit hjálpa børnunum at menna sína kropsfatan. Vit tosa nógv um kroppin og nevna kropslutir við navni. Vit eru úti hvønn dag, so børnini veruliga fáa rørt seg og fáa fríska luft. Vit geva børnunum møguleika at stimbra ymisku sansirnar, bæði inni og úti. Vit fara túrar har barnið kann røra seg. Inni eru eisini møguleikar fyri at røra seg, har kunnu vit dansa, hoyra tónleik og spæla sjónleik. Hvíla við t.d. at lurta eftir søgum. Á stovninum eru pútur í ymiskum skapi og litum har børnini kun menna sín javnvágssans.

Eina ferð um vikuna er møguleiki fyri at fara í høllina fyri at menna kropsligu førleikarnar. Vit hava eisini ein árligan ítróttadag niðri á vøllinum í Gundadali, sum m.a. er skipaður við bóltspæli, posarenning, dansispølum, togtogan og stafettum. Reinføri er ein natúrligur partur av gerandisdegnum, tey vaska hendur áðrenn etið verður, og tá tey eru á vesi ella koma inn útifrá. Vit tosa um hvat er sunnur og ósunnur kostur.

6 – 7 ár

Fyri at børnini kunnu menna teirra grovrørslur, spæla vit nógv úti, eisini fara vit ymiskar túrar, har børnini m.a. ganga og spæla á ymiskum lendi. Einaferð um vikuna er møguleiki fyri at fara í høllina. Á árliga ítróttadegnum eru ymiskar kappingar, har møguleiki er at vinna steyp ella medalju. Fyri at børnini kunnu gerast meira sjálvbjargin, er neyðugt at kenna og duga at nýta kroppin. Tosa verður nógv um kropp og rørslur.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?
• børnini trívast og eru sunn.
• børnini stuttleika sær.
• barnið hevur góða javnvág.
• barnið hevur áræði til at royna nakað nýtt.
• barnið hevur sjálvsvirði, sjálvsálit og sjálvskenslu.
• barnið er væl fyri fín- og grovrørsluliga.

• barnið skilir millum sunnan og ósunnan kost.
• barnið hevur gott reinførið.

Mál og samskifti

Samskiftandi barnið

Er at:
• Barnið tosar týðuliga og dugir at málbera seg.
• Barnið lærir hugtøk, rím og ramsur.
• Barnið hevur bindindi at lurta eftir søgum og ævintýrum.
• Práta saman.

• Skilja og tosa føroyskt.
• Seta orð á kenslur, hugsanir og ætlanir.
• Samskifta við virðing fyri øðrum.
• At stíga fram og aftur, bíða eftir tørni, serliga við tí fyri eyga, at barnið hevur hesar førleikar tá farið verður í skúla.
• Vit vaksnu hugsa um at nýta góðan málburð.

Tað eru nógv ymisk mál, kropsmál, myndamál, talumál o.s.f.v. Føroyskt er okkara felags talu- og skriftmál. Vit vilja stimbra talumálið hjá børnunum og framhaldandi arbeiða við at víðka barnanna orðatilfeingi. Alla tíðina arbeiða vit fram ímóti, at barnið dugir at nýta og skilja málið. Vit eru limir í føroyska barnabókaklubbanum og lesa nógvar føroyskar bøkur. Vit tosa nógv saman og geva børnunum tíð til at greiða frá.

0 – 3 ár
Vit geva okkum tíð at lurta eftir barninum og royna at skilja, hvat barnið hevur at siga. Hetta gevur barninum hug og mót at tosa og sjálvsálit. Vit seta orð á tað, vit síggja og gera í gerandisdegnum, Vit leggja okkum eftir at tosa gott føroyskt mál. Vit hjálpa børnunum at seta orð á kenslur og hjálpa teimum í tvístøðum.

Vit geva barninum stundir at tosa, og tá barnið ikki úttalar orð rætt t.d. sigur “vovvur” siga vit “ja tað passar, hetta er ein hundur”.

Vit fara túrar í nærumhvørvinum, vit práta um tað vit síggja og uppliva, t.d. veðrið, steinar, bilar o.a. hetta tosa vit eisini um, tá vit eru aftur í vøggustovuni, ofta stuðlað við myndum frá túrinum.

Hvønn dag arbeiða vit tilvitað við málmenning, vit samlast rundan um borði, við toyposum , ið hava ymiskan lit. Vit nýta sama posa, innihald og evni eina viku í senn, soleiðis at børnini læra hugtøk, navnið á lutunum, og hvat teir kunnu nýtast til, vit hugsa um at gera løtuna spennandi og stuttliga, tí tá læra vit mest.

Vit lesa nógvar søgur og hyggja í myndabøkur, spæla borðleik og seta orð á tað, sum vit síggja á myndunum. Hvønn dag siga vit rím og ramsur og syngja saman við børnunum og gera tekn til fleiri av sangunum.

3 – 6 ár
Vit brúka ítøkiligt mál og arbeiða fram ímóti, at barnið skilur tað føroyska málið og dugir at nýta málið og at benda rætt.

Til samling syngja vit og tosa um hvør dagur tað er. Vit telja í felag til tann ávísa dato. Vit tosa eisini um hvør er í barnagarði, um árstíð og veður. Visuelt verður tosað um hvør dekkar borð, hvør er komin, hvat vit fara í, tá farið verður út at spæla og hvat fer at henda ígjøgnum dagin.

Vit seta orð á tað, sum vit síggja og gera saman við børnunum. Vit endurtaka rætt tað , sum barnið sigur. Vit hjálpa eisini børnunum at seta orð á kenslur, tankar og hugskot. Vit geva okkum góða tíð at tosa við børnini.

Vit hjálpa børnunum at reflektera og seta orð á tað, sum er farið fram. Vit lesa søgur fyri og saman við børnunum. Børnini syngja, spæla sjónleik og gera sangspøl. Einaferð um vikuna samlast øll til sang. Tey vaksnu geva sær stundir at lurta eftir børnunum, lata tey sleppa framat. Vit læra eisini børnini, at tey mugu bíða, meðan eitt annað barn hevur orðið.

6 – 7 ár
Vit lesa nógvar søgur, eisini framhaldssøgur, og gera søgur saman við børnunum. Vit tosa nógv við børnini og royna at læra tey nýggj hugtøk. Hetta hevur týdn- ing fyri orðanøgdina hjá børnunum. Vit læra børnini at tosa virðiligt við hvønn annan. Tá vit leggja ætlanir, lata vit børnini vera við í teimum. Børnini koma við teirra hugskotum, so vit at enda koma til eina felags ætlan.

M.a. vitja vit ymiskar stovnar og arbeiðspláss. Vit vitja m.a. brennistøðina og tosa um, hvat er á brennistøðini .

Saman við børnunum hyggja vit at tølum og bókstavum og arbeiða við teimum, soleiðis at børnini kunnu gerast tilvitað um tøl, bókstavir, tekin og skap.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?
• barnið syngur og sigur rím og ramsur.
• barnið vísir áhuga í bókum.
• barnið tekur egið initiativ til at spyrja og svara.
• barnið lurtar og bíðar til teirra túrur er at práta.
• barnið nýtir fleiri orðasetningar.

• barnið kennir ymisk hugtøk.

Náttúra og umhvørvi

Barnið sum partur av náttúruni

Er at:
• Barnið lærir um árstíðirnar.
• Barnið lærir um náttúrufyribrigdi.
• Barnið lærir um plantur og djóralív, 
og hvat ið goymir seg í náttúruni. 
• Barnið verður ment kropsliga.

Náttúran er okkara nærmasti granni, og vit hava tí góðar møguleikar fyri at geva børnunum upplivingar og gera barnið tilvitað um umhvørvið. Eisini er hetta við til at menna barnið bæði kropsliga og mentalt. Við at barnið verður ment kropsliga og mentalt, gerst tað betur ført fyri at møta avbjóðingum í dagligdegnum. Náttúran hevur nógv at bjóða okkum, og vit kunnu nýta og stimbra nógvar sansir úti.

0 – 3 ár

Nærumhvørvið hjá okkum er náttúran. Vit gera nógvar túrar oman til tjørnina at geva dunnunum, fara yvir til ánna at spæla og vassa, vitja djóragarðin hjá Petur Nolsøe, har vit síggja nógv ymisk sløg av djórum, ganga túrar niðan til bóndan, har vit síggja seyð, neyt og onnur djór.

Hvørt vár seta vit epli niður og taka tey upp aftur um heystið. Vit vísa børnunum á tað, sum veksur í náttúruni og læra børnini at virða vøksturin við, t.d. ikki at traðka á blómurnar, og at vit rudda upp eftir okkum, tá vit eru túr.

3 – 6 ár
At vera úti er ein náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá okkum. Børnini fáa møguleika fyri at merkja hita/kulda, og um tað er vátt ella turt. Vit eru úti og spæla hvønn dag. Og vit fara túrar í nærum øllum veðri.

Dentur verður lagdur á árstíðirnar, og tosað verður um sereyðkennini hjá teimum fýra árstíðunum. T.d. um várið spretta plantur og trø, og at tað verður heitari ið veðrinum, at smálombini koma o.s.fr.

Á túrum okkara henta vit t.d. blomstur, tara, goggur og steinar og tosa um týdningin av, at vit ikki taka t.d. allar blómurnar á einum stað. Vit tosa um og hyggja at teimum ymisku djórunum, sum eru úti í náttúruni.

Umhvørvið rundan um stovnin og aðrastaðnis í náttúruni gevur barninum góðar møguleikar at mennast kropsliga. T.d. við at ganga á óslættum lendi, at klúgva, o.s.fr.

6 – 7 ár
Vit fara túrar við børnunum, og tosa um náttúruna, og hvat fjalir seg í henni. Vit tosa um nær flytifuglarnir koma og fara, og um hvat sermerkir tær ymisku árstíðirnar, bæði viðvíkjandi plantuvøkstri, djóralívi og veðri.

Vit tosa um náttúrufyribrigdi, gera børnini tilvitað um veðrið. T.d. hví frystir ella kavar tað? Hvat er tað, sum ger at tað regnar? O.s.fr.

Vit tosa um oyggjar okkara, og hvar vit eru geografiskt í mun til onnur lond.

Vit læra børnini at virða náttúruna, at nýta ymiskt tilfar úr náttúruni og ikki at kasta rusk í náttúruna, men heldur at nýta ruskspannina.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?
• barnið gleðist um at vera úti í náttúruni og síggja, hvat ið rørir seg.
• barnið virðir náttúruna t.d. við ikki at tveita rusk úti í náttúruna.
• barnið letur plantuvøkstur fáa frið o.s.fr.
• barnið vil verða úti í øllum veðri, og gerst tilvitað um hita, kulda,turk, vatn og vind.
• barnið kennir tey ymisku djórini og planturnar og tosar um tað.
• barnið mennist motoriskt.

Siðir og mentan

Barni sum partur av einari mentan

Eru at:
• Barnið lærir týdningin av traditiónum. • Barnið lærir føroyskar sangir, kvæði og vísur.
• Barnið lærir um náttúruna.
• Barnið verður tilvitað um høgtíðirnar, ið vit halda her ið Føroyum.
• Barnið lærir um mentanina á 
stovninum.
• Barnið lærir um føroyska mentan.

Vit eru øll partur av einari mentan.

Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð. Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi.

0 – 3 ár
Vit syngja, hoyra søgur og ævintýr dagliga, og javnan siga vit rím og ramsur. Vit tosa nógv um árstíðirnar og høgtíðirnar. Hava ymiskar evnisvikur í samband við árstíðir og høgtíðir. Til jóla gera børnini jólagávu til foreldrini. Á føstulávint er tunnusláttur, og børnini kunnu koma grýluklødd í vøggustovu. Føðingardagurin hjá barninum verður hildin inni á stovuni, vit flagga, syngja og gera tað hugnaligt.

3 – 6 ár
Vit hava samling hvønn morgun, har vit syngja, hoyra søgur og siga rím og ramsur. Eisini práta vit um ymiskt, sum er aktuelt. T.d. um Grækarismessu og flaggdagin. Eisini kunnu vit tosa um familjuviðurskifti hjá tí einstaka barninum. Vit syngja við borðið, áðrenn vit eta á middegi. Hvønn fríggjadag er felags morgunmatur og sangløta fyri allan stovnin, vit syngja tjóðsangin, dansa føroyskan dans og syngja aðrar føroyskar sangir.

Vit lesa og práta um onnur lond og onnur fólkasløg. Vit ganga túrar í náttúruni og gera ymiskar vitjanir, t.d. náttúrugripasavnið og sjósavnið. Av og á fara vit til sjónleik og á konsert úti í býnum.

6 – 7 ár
Tveir dagar um vikuna ein part av árinum, er hesin aldursbólkurin saman, og tá er møguleiki fyri at arbeiða víðari við ymiskum evnum um siðir og mentan. Til jóla fara børnini í kirkju og ganga Lucia í Sambýlinum oman Hoydalar.

Eisini hava vit okkara egnu tradisjónir og afturvend- andi tiltøk her á stovninum. Vit byrja árið við foreldra- viðtalum. Síðan hava vit temaviku um eitthvørt úr føroyskari mentan í januar/februar og føstulávintsklipp og tunnusláttur í februar/mars. Nakrar ferðir um árið er foreldrakaffi, føðingardagur og møguliga okkurt hátíðarhald.

Um summarið er ítróttadagur, útitiltøk og útisjónleikur. Um heysti er temavika um slakt og tað sum har til hoyrir. Til jóla gera børnini jólagávu til foreldrini, og vit hava jólahald.