Reiðrið

Reiðrið er ein vøggustova har 13 børn hava sína dagligu gongd, tey spæla, mennast og trívast. 4 starvsfólk eru knýtt at stovuni, 3 pedagogar og 1 hjálparfólk.

Í vøggustovuni er tað stuttligt og mennandi, bæði fyri børn og starvsfólk. Spontanitetur, trivnaður, foreldrasamstarv og stuttleiki mynda gerandisdagin.

Túrar í grannalagnum

Vit miða eftir at vera úti hvønn dag, har børnini m.a. reiggja, spæla við vatn, sand, súkkla, skreiða, klintra og kanna umhvørvið. Nærumhvørvið hjá stovninum er náttúran. Vit fara nógvar túrar, m.a. oman til tjørnina at geva dunnunum, yvir til ánna at spæla og vassa.

Heilsa og rørsla. Aktiva og sunna barnið

Stovnurin hevur ein stóran og fjølbroyttan garð. Har eru sera góðir møguleikar hjá bæði vøggustovu- og barnagarðs- børnum at mennast kropsliga og fáa aldurssvarandi avbjóðingar. Bæði úti og inni eru góðir karmar hjá børnunum saman at skapa ymisk spøl.

Náttúra og umhvørvi

Náttúran er okkara nærmasti granni, og vit hava tí góðar møguleikar fyri at geva børnunum upplivingar og gera barnið tilvitað um umhvørvið. Eisini er hetta við til at menna barnið bæði kropsliga og mentalt. Við at barnið verður ment kropsliga og mentalt, gerst tað betur ført fyri at møta avbjóðingum í dagligdegnum. Náttúran hevur nógv at bjóða okkum, og vit kunnu nýta og stimbra nógvar sansir úti.

sosialir førleikar

Tað regnar, tað regnar í allan dag
Drippi, dripp, dripp, dripp.
Drippi, dripp, dripp, dripp.
Sí, hvar munnu droparnir koma frá?
Drippi, dripp, dripp, dripp.
Drippi, dripp, dripp, dripp.

Persónligir førleikar

Grundarlagið undir allari framhaldandi menning av persónsmenskuni er, at barnið kennir seg virt, góðtikið og viðurkent. So barnið fær eina fatan av at verða væl eydna, og tí kann vera við í øllum viðurskiftum á jøvnum føti við onnur. Tá barnið hevur góðar persónligar førleikar, gerst barnið tilvitað um at seta mørk fyri seg sjálvt, og barnið lærir at kunna siga til og frá.

Tema vika Føstulávint

Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð. Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi.

Føstulávintsmánadagur

Hugflog og hugsan.

Í spæli mennir barnið hugflog og hugsan. Børn spæla fyri at spæla, ikki fyri at læra nakað ávíst.
Men í spælinum læra tey at skapa søgur saman og at handfara ymiskleikar og ósemjur. 

Februar

Børn mennast og læra saman við øðrum børnum og vaksnum. Vinarbond eru týdningarmikil.
Sosialur felagsskapur og samtala gevur børnum royndir í
demokratiskum mannagongdum og í at loysa ósemjur.

Túr í grannalagnum

Jólini nærkast í hvørjum

Jólini nærkast í hvørjum, allarbest mær hugnar í Føroyum, nú er stund at gleða seg, jólini nærkast í hvørjum.

November

Grundarlagið undir allari framhaldandi menning av persónsmenskuni er, at barnið kennir seg virt, góðtikið og viðurkent. So barnið fær eina fatan av at verða væl eydna, og tí kann vera við í øllum viðurskiftum á jøvnum føti við onnur. Tá barnið hevur góðar persónligar førleikar, gerst barnið tilvitað um at seta mørk fyri seg sjálvt, og barnið lærir at kunna siga til og frá.

Kreativa barnið

0 – 3 ár
Dagliga bjóða starvsfólkini børnunum tilfar, soleiðis at tey hava møguleika at menna skapandi evni síni. Vit vísa børnunum, hvussu amboðini/ leikurnar skulu nýtast. Starvsfólkini gera sær greitt, hvar børnini eru í menningini, t.d. ber ikki til at geva øllum børnum eitt lítið pappír at mála á, tí tað avmarkar tey í teirra rørslum. So vítt gjørligt hava vit børnini í heilt smáum bólkum, fyri at tey skulu fáa ta hjálp og tann stuðul teimum tørvar.
 
Buss túrur

veist tú hví

tað er týdningarmikið at børn læra at kenna náttúruna?

tað er tí, at náttúran er avbjóðandi fyri kropp og kenslur.

at vera úti stuðlar undir forvitninum fyri náttúruni og tí, ið er at finna har og leggur lunnar undir, at børnini læra at taka ábyrgd fyri umhvørvinum.

Drotningavitjan

Barnagøtan við Arndes Minde - Kirkjuveg og Bringsnagøta -  lat upp í samband við drotningavitjaninia í dag.

Gøtan var pynta og har var góður tónleikur. Tórshavnar Kommuna bjóðaði sunkist og fløgg til øll børnini.

Persónligir førleikar

Grundarlagið undir allari framhaldandi menning av persónsmenskuni er, at barnið kennir seg virt, góðtikið og viðurkent. So barnið fær eina fatan av at verða væl eydna, og tí kann vera við í øllum viðurskiftum á jøvnum føti við onnur. Tá barnið hevur góðar persónligar førleikar, gerst barnið tilvitað um at seta mørk fyri seg sjálvt, og barnið lærir at kunna siga til og frá.

Aktiva og sunna barnið

Vit miða eftir at vera úti hvønn dag, har børnini m.a. reiggja, spæla við vatn, sand, súkkla, skreiða, klintra og kanna umhvørvið. Nærumhvørvið hjá stovninum er náttúran. Vit fara nógvar túrar, m.a. oman til tjørnina at geva dunnunum, yvir til ánna at spæla og vassa, vitja djóragarðin hjá Petur Nolsøe og ganga aðrar túrar. 

Sangir

Hetta eru nakrir av teimum sangunum, ið vit syngja í vøggustovuni.