Rókin

Rókini er ein barnagarðsstova har 17 børn hava sína dagligu gongd, tey spæla, mennast og trívast. 

Á barnagarðsstovuni er tað stuttligt og mennandi, bæði fyri børn og starvsfólk. Spontanitetur, trivnaður, foreldrasamstarv og stuttleiki mynda gerandisdagin.

Útivika

Hesa vikuna hava vit verði í Gundadali og vant saman við B36 leikarum, úti í Nólsoy, túr í býnum, hugt at Kongaminni, vassa í ánni og alt møguligt annað.

Heilsa og rørsla. Aktiva og sunna barnið

Stovnurin hevur ein stóran og fjølbroyttan garð. Har eru sera góðir møguleikar hjá bæði vøggustovu- og barnagarðs- børnum at mennast kropsliga og fáa aldurssvarandi avbjóðingar.

Vit miða eftir at vera úti hvønn dag, har børnini m.a. reiggja, spæla við vatn, sand, súkkla, skreiða, klintra og kanna umhvørvið.

Skrímslaløta

Børn um allan heimin elska lítla skrímsl og Stóra Skrímsl, í Kina, Tjekkia, Saudi Arabia og nógva aðra staðni, men í Føroyum hava vit ein av høvundunum, sum hevur skapt tey. vit vitja heima hjá skrímslunum.

Barnið sum partur av felagsskapinum

Børn menna fatanina av sær sjálvum við at virka saman við øðrum. Tískil hevur umhvørvið, sum barnið ferðast í, stóran týdning. Tí er neyðugt, at vit geva børnunum møguleika at møta børnum í ymiskum aldri og kyni, eins og tey fáa avbjóðingar millum javnaldrar.

Aktiva og sunna barnið

Barnið lærir verðina at kenna við at brúka sín kropp og sínar sansir. Motoriskt hegni styðjar sjálvsálitið, koncentrationsevnið og kropsligu vælveruna.
 

Mál og samskiftið

Tað eru nógv ymisk mál, kropsmál, myndamál, talumál o.s.f.v. Føroyskt er okkara felags talu- og skriftmál. Vit vilja stimbra talumálið hjá børnunum og framhaldandi arbeiða við at víðka barnanna orðatilfeingi. Alla tíðina arbeiða vit fram ímóti, at barnið dugir at nýta og skilja málið. Vit eru limir í føroyska barnabókaklubbanum og lesa nógvar føroyskar bøkur. Vit tosa nógv saman og geva børnunum tíð til at greiða frá.

Tema vika føstulávint

Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð. Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi.

føstulávintsmánadagur

Og mentan verður skapt alt eftir, hvørjum palli vit ferðast á. Mentan er ein partur av okkara samleika, og við at lata upp fyri okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini innlit í, hvat samfelagið byggir á. Vit brúka okkara søguligu fortíð til at mynda okkara framtíð. Føroyska mentanin er fjølbroytt og sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi.

Aktiva og sunna barnið

Er at:
• Kenna kroppin. • Røra seg. • Hvíla seg. • Fáa fríska luft. • Góður kostur. • Nýta sansirnar.
• Reinføri.

skulu vit finna ein pappageyk :)

Skulu vit finna ein pappageyk, var stóri spurningurin á túrinum. Dúgliga var leita og nógv annað spennandi var funnið :) men ongin pappageykur,  ella....................

januar kom við kulda og kava :)

Jólini nærkast í hvørjum :)

Jólini nærkast í hvørjum, allarbest mær hugnar í Føroyum, nú er stund at gleða seg, jólini nærkast í hvørjum.

Kreativa barnið

Barnið er føtt við evnunum at skapa. Og við mennandi og avbjóðandi kørmum kann barnið varðveita tey viðføddu skapandi evnini. Stovnurin er væl útgjørdur við amboðum, sum kunnu geva íblástur til kreativitet. Vit hava eina sera væl útgjørda ítrivsstovu, har tilfar er til taks hjá øllum stovunum. Hvønn dag er eitt pedaogiskt tilboð til børnini á ítrivsstovuni og pláss er bæði inni og úti fyri kreativum spæli.

Høllin

Veitst tú hví tað er týdningarmikið at børn sleppa í høllina?

tað er tí at barnið lærir at kenna sín umheim við at brúka sín kropp og sansir.

rørslu førleikar fremja sjálvsálitið, konsentratión og kropsliga vælveru.

Heystið tað er júst nú komi

og tí hugsi eg barasta um várið. Eg síggi grønkast líð og dal viðhvørt eitt vátaslettingsæl. Men tað er long tíð enn várið kemur til sjóndar............

Umhvørvisvika 2016

hesa vikuna hevur verið umhvørvisvika í kommununi, nógv spennandi tiltøk hava verið at fari til :)

M.a. umhvørvisveiða, ævintýrheimur í viðarlundini og ruddingardagur.

Aktiva og sunna barnið

Veitst tú hví tað er týdningarmikið at børn luttaka í felags aktivitetum í barnagarðinum?

  • Tað er tí at børn læra og mennast í felagsskapi.

  • Tað hevur stóran týdning at børn eru í vinaløgum.

  • Tann sosiali felagsskapurin og dialogurin, gevur børnum royndir í at loysa konfliktir og at luttaka í demokratiskum prosessum.

Aktiva og sunna barnið

Eina ferð um vikuna er møguleiki fyri at fara í høllina fyri at menna kropsligu førleikarnar.

Aktiva og sunna barnið

Vit hjálpa børnunum at menna sína kropsfatan. Vit eru úti hvønn dag, so børnini veruliga fáa rørt seg og fáa fríska luft. Vit geva børnunum møguleika at stimbra ymisku sansirnar, bæði inni og úti. Vit fara túrar har barnið kann røra seg og menna sín javnvágssans.
 

Skapandi evni :)

Vár við lýggjum vindi

Vár við lýggjum vindi leingi vart tú burtur tú!
Vár við lýggjum vindi, ver vælkomið nú!

Kavin kom í morgun

Tema vika har evni er føstulávint

Vit stuðla børnunum í tí tey hava hug til at gera, ganga teirra áhugamálum á møti, men eisini seta vit vaksnu javnan eitthvørt ítriv í gongd, sum vit bjóða børnunum við til í bólkum. Her hugsa vit eisini um árstíðirnar og høgtíðirnar.