Spurvar 2016 - 2017

Hvørt ár hava vit ein "Spurvabólk" tað eru tey elstu børnini á stovninum. í ár eru tað 4 børn í bólkinum og komandi ár vera tað, sum nú er 13 børn.

1-1-2 dagur

Endamálið við 1-1-2 degnum er, at øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í skúla í summar, fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2. Tiltakið er ókeypis :)

Tiltakið er afturvendandi, og kemur ístaðin fyri barnagarðsvitjanirnar, sum áður hava verið hjá Sjúkraflutningstænastuni og Politinum.

Nógv var at hoyra og síggja hjá børnunum, so sum stórir og smáir útrykkningsbilar, politihundar og tónleikur.

 

Túrur í býnum

 

 

Takk fyri hjálpina

í dag hava vit skoyta og eti í Bowling høllini. Vit fingu eitt gávukort, sum takk fyri stuðulin í samband til málningaframsýningina hjá Lions Liljan í desember :) 

 

Almenn vitan

 

 

Ruskveður

Veitst tú hví tað er týdningarmikið at børn læra at kenna náttúruna?

Tað er tí, at náttúran er avbjóðandi fyri kropp og kenslur.

At vera úti stuðlar undir forvitninum fyri náttúruni og tí, ið er at finna har og leggur lunnar undir, at børnini læra at taka ábyrgd fyri umhvørvinum.

 

Útferð til Sandavágs

í dag hevur Spurvabólkurin verði í Sandavági og tikið upp epli, eisini spældu børnini í ánni og á sandinum. Ein deiligur dagur har allir sansir vóru stimbraðir.

 

Lega

Spurvabólkurin 2015-2016 endaði í ár við legu í Bø.

 

Útferð

Í dag hava vit verði útferð í Sandavági og sett niður epli :) vit hugnaðu okkum óført, fingu stimbra okkara sansir og almennu vitan.

 

Skoyta

 

 

Túrur til Sandavágs

Í dag hava vit verði ein túr í Sandavági og tikið upp epli. Hesa ferð høvdu vit sett áleið 100 epli niður, og spennandi var at fara vestur at taka upp. Sigast má, at hetta hevur verði ein sera góður túrur, børn og vaksin hava hugna sær óført í góðveðrinum. Børnini fingu møguleika, at stimbra ymisku sansirnar, at røra seg, fríska luft o.m.a.