Tórshavnar kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir einum dugnaligum hjálparfólki, ið vil vera ein partur av einum lærandi stovni, har dygd og fakligheit er í hásæti. Starvið er 35 tímar um vikuna og er í vøggustovuni. 
 
Vit søkja eftir einum hjálparfólki, ið er ágrýtið, nærverandi og arbeiðssamt, einum, ið bæði kann seta spurningar og kann koma við persónligum íkasti til gerandisdagin. Tað er av stórum týdningi fyri okkum, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, at tað fellur tær lætt at síggja, hvar tørvur er, og at tú tekur ábyrgd, umframt at tú er áhuga/-ur í tí námsfrøðiliga arbeiðinum, ið fer fram á stovninum.
 
VIT KUNNU BJÓÐA EIN STOVN:
•   har námsfrøðin verður tillagað einstaka barninum 
•  har rúm er fyri ymiskleika, bæði millum børn og vaksin
•  har gott samanhald er í starvsfólkabólkinum
•  har námsfrøðin og námsfrøðiliga kjakið er partur av gerandisdegnum


SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.

Starvsbyrjan er 24. september ella eftir nærri avtalu. Vikuliga arbeiðstíðin er 35 tímar. Starvið er í vøggustovu við 14 børnum í aldrinum 1 til 2½ ár. Á stovuni starvast tveir námsfrøðingar og 2 hjálparfólk. Tú skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum.

MEIRA FÆST AT VITA
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Majbritt Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 518758 ella vitja www.millumgilja.com

UMSÓKN
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum e.l. skal sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

 

Umsóknarfreistin er 17. september 2018.