Klæðir

Skiftandi føroyska veðurlagið ger, at tað er neyðugt hjá barninum at hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar við hvønn dag. Eyka sett av klæðum skal liggja í kassanum. Navn skal vera í øllum klæðunum. Foreldrini hava ábyrgd av at rudda og halda skil á klæðunum hjá barninum á stovninum.

Matur og frukt

Børnini fáa frukt, millummála og mjólk hvønn dag. Barnið skal hava matpakka við hvønn dag um ikki onnur avtala er gjørd. Hevur stovnurin breyðdag ella døgurða, fáa tit hetta at vita frá starvsfólkunum.

Foreldraráðið stendur fyri at børn fáa frukt hvønn dag. Foreldur gjalda eitt ársgjald og nýggj foreldur verða biðin um at seta seg í samband við forkvinnuna í ráðnum, sum vegleiðir hesum viðvíkjandi.

 

Leikur

Um barnið hevur leikur við á stovnin, er tað foreldranna ábyrgd.

Foreldraviðtalur

Í januar eru foreldraviðtalur. Her verða foreldrini boðin til eina persónliga viðtalu saman við starvsfólkunum frá tí stovuni, barnið gongur. Tosað verður um, hvussu tað gongur hjá barninum sum heild. Um tørvur er á eyka viðtalum, eru foreldrini vælkomin at seta seg í samband við okkum. Sjálv loyva vit okkum eisini at heita á foreldrini, um vit meta tørv á tí.

 

Foreldrakaffi

Av og á skipa vit fyri foreldrakaffi, og tá er høvi at hitta hini foreldrini á stovuni, og eisini at tosa við starvsfólkini. Børnini halda tað eisini vera stuttligt, at foreldrini koma inn á gólvið - kanska er okkurt barnið hevur hug at vísa tykkum.

Foreldraráðið

Foreldraráðið 2019-2020

Barbara Langgaard, mamma Ásu og Hørður

Christianna Joensen, mamma Martin og Fridu

Rakul Lisberg, mamma Rebekku S

Lisa Tróndheim, mamma Lív og Idu

Foreldraráðið hevur til uppgávu at bøta og styrkja um samstarvið millum foreldur, stovnin og kommununa.​ Foreldraráðið hevur fund 4 ferðir um árið. Á fundinum verða kjakast um viðuskifti, ið viðkoma børnum og vaksnum á stovninum. Eisini skipar foreldraráðið fyri tiltøkum, ið hava til endamál at betra um samanhaldi á stovninum.

 

Óhapp

Kemur barnið út fyri einum óhappi á stovninum, og vit meta, at ráðiligt er at fara á skaðastovuna, ringja vit eftir tykkum, so tit sjálvi kunnu vera um barnið í eini tílíkari støðu. Tískil er tað av stórum týdningi, at foreldur altíð dagføra telefonlistan. Um tað ikki verður møguligt at fáa fatur á foreldrunum, er tað gott, um vit fáa boð um hetta um morgunin, so vit vita, hvar vit skulu ringja, um eitthvørt er áfatt.

Sólkrem

Um summar er umráðandi at tit smyrja børnini væl inn í sólkrem, áðrenn tey koma í vøggustovu og barnagarð. Vit smyrja barnið inn seinni um dagin.
​Um tykkara barn ikki kann smyrjast við hesum kremið, kunna tit leggja annað krem á plássið hjá barninum í gongini.

Stovnspláss

Við at fara inn í skipanina BARN á www.torshavn.fo síggja tit, nær og um - vit hava tøk pláss.

Gjald og frípláss

Vøggustovupláss er 2.997 kr um mánaðin í 11 mánaðir um árið – juli er ókeypis.
Barnagarðspláss er 1.852 kr um mánaðin í 11 mánaðir um árið – juli er ókeypis.

Møguleiki er at søkja frípláss til barnið. Frípláss verður roknað eftir inntøkugrundarlagnum árið fyri ella, um inntøkan broytist munandi, í verandi ári. Á Snarskivuni og á www.torshavn.fo fæst kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar. Har eru allir viðkomandi upplýsingar um, nær ein kann søkja um fult ella lutvíst frípláss.